37 lutaíbúðir klárar at flyta inn í á heysti í 2026

37 lutaíbúðir klárar at flyta inn í á heysti í 2026
Áhugafelagið Lutaíbúðir hevur í rúma tíð arbeitt við møguleikanum hjá fólki at keypa lutaíbúð, og nú er líkt til, at tað hendir nakað
 
16.04.2025 - 13:40

Í rúma tíð hevur Áhugafelagið Lutaíbúðir arbeitt við møguleikanum at fólk kunnu ogna sær eina lutaíbúð, og nú er líkt til, at tað hendir nakað, sigur Hans Jacob Hermansen, formaður í lutaíbúðarfelagnum.

Stór íbúðarverkætlan við Villingardalsvegin í Havn er í stoypiskeiðini, og Áhugafelagið Lutaíbúðir stendur í fyrstu syftu í boði at keypa upp til 37 lutaíbúðir, sum eru ymiskar til støddar.

Hans Jacob Hermansen vil ikki upplýsa, hvat prísurin verður fyri eina íbúð, men at alt verður lagt fram á kunningarfundi í Skúlanum við Løgmannabreyt í komandi viku.

Gongst sum ætlað, so er klárt at flyta inn í fyrstu íbúðirnar um hálvtannað ár - á heysti í 2026.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum á døgurða:

Hans_Jacob_Hermansen_kl_12


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375