LEITISSTEIN kann endurhoyrast á KVF Ljóð

LEITISSTEIN kann endurhoyrast á KVF Ljóð
Tónleikasendingin LEITISSTEIN frá týskvøldinum, ið plagar at verða endursend hósdagar klokkan 13, kann í dag, skírisdag, ístaðin endurhoyrast á KVF Ljóð
 
17.04.2025 - 11:45

Skírisdagur er, og tað ávirkar vanligu skránna í útvarpinum. Tíðindasendingin, ið plagar at verða send klokkan 12.20, er í dag flutt til klokkan 14 orsakað av gudstænastuni. 

Hetta ger eisini, at sendingin LEITISSTEIN frá týskvøldinum, sum plagar at blíva endursend hósdagar klokkan 13, ikki verður send í dag. 

Sendingin, ið var á tremur við nýggjum, spikahamrandi feitum, fjøltáttaðum og formativum tónleiki, sum verturin málber seg, kann tó hoyrast á KVF Ljóð. 

Ein playlistin við sangunum, ið vóru at hoyra í sendingini, kann eisini hoyrast á Spotify-vanganum hjá vertinum, um onkur hevur áhuga fyri tí. 

Annars kunnu allar LEITISSTEIN-sendingar hoyrast á KVF Ljóð. Hóast árið ikki er hálvrunnið, so hava nógvir gestir longu verið á gátt hjá LEITISSTEIN. 

Talan hevur verið um Hettarher, Blátt gras, Benjamin Rajani, Teitur, Jazzygold, Tjant, Simonu Paulu, og so hevur tónleikanørdurin Eiler Sørensen eisini verið í sendingini og peikað á nakað av besta, alternativa tónleikinum, sum kom út í 2024.

 

Deja Vu í LEITISSTEIN næstuferð  

Næstu týskvøld klokkan 21 verður eitt serligt kvøld í LEITISSTEIN. Tá vera limirnir í legendariska, føroyska popprokk-bólkinum Deja Vu gestir í sendingini.

Hetta hendir í sambandi við, at einkarútgávan hjá bólkinum, "A Place To Stand On", ið varð kosin ársins fløga í 2005, verður givin út sum pláta. 

Plátuútgávan av "A Place to Stand On" skilmarkar, at tað eru 20 ár síðani fløgan kom út. 

Í hesum sambandi hevur Óli Poulsen remastrað útgávuna til plátu, og eyðkendi húsin er tillagaður til LP-støddina. 

20 ára dagurin verður eisini hátíðarhildin vil einari útgávukonsert. 

Meira um alt hetta verður at hoyra í sendingini LEITISSTEIN týskvøldið klokkan 21. 

 

Hoyr eisini: TEMAPLÁTAN: A Place To Stand On, Deja Vu (2005), 23. november 2019

 

 

Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Týskvøld kl. 21, hósdag kl. 13, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
Veðrið
191347
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210