Skulu nú velja nýggjan páva

Skulu nú velja nýggjan páva
Nú Frans pávi er deyður skal nýggjur pávi veljast fyri teir umleið 1,4 milliardir katolikkarnar í heiminum
Her síggjast kardinalirnir til messu áðrenn teir valdu Frans páva í 2013
Mynd: Gabriel Bouys/AFP/Ritzau Scanpix  
 
21.04.2025 - 14:16

Tað er óvist, hvussu leingi tað gongur, til hvítur roykur kemur úr skorsteininum á Vatikanunum, og navnið á nýggja pávanum verður kunngjørt.

Tað eru kardinalar í katólsku kirkjuni, sum kunnu gerast pávar. Soleiðis hevur mannagongdin verið síðani 13. øld.

Kardinalarnir skulu møtast í Sixtinska Kapellinum í Vatikaninum og har atkvøða um, hvør skal gerast næsti pávin. 

Fyri at vera valdur til páva, skal ein hava í minsta lagi tveir triðingar av atkvøðunum.

Um ein fær meira enn tveir triðingar av atkvøðunum, verður hvítur roykur sendur upp í skorsteinin fyri at vísa, at nú er nýggjur pávi valdur.

Tað kann taka nakrar dagar ella vikur, áðrenn tveir triðingar av kardinálsamkomuni, ið velur páva, gerst samd. Tá ið Frans Pávi varð valdur í 2013, tók tað tveir dagar hjá kardinalunum at gerast samdir. 

Kardinalarnir skulu savnast í Vatikaninum 14 til 20 dagar eftir at pávin er deyður fyri at velja nýggjan páva. 

DR skrivar, at tilsamans eru 250 kardinalar í katólsku kirkjuni í øllum heiminum. Tó sleppa bara teir, sum eru undir 80 ár at atkvøða, og í løtuni eru teir 138.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303