5 ára gamli Jósef hugsar um jørðina

5 ára gamli Jósef hugsar um jørðina
Í dag fór Josef Rasmussen ein túr á Klaksvíkar bókasavn fyri at býta um leikur. "Um tær bara fara í skrell, so verður jørðin og luftin skitnari", sigur ungi gøtumaðurin
22.04.2025 - 19:30

Tað kann vera bæði stuttligt og hugaligt at hugsa burðadygt. Tað heldur 5 ára gamli Jósef Rasmussen, sum í dag fór ein túr á Klaksvíkar bóksavn at býta um leikur, nú tey í hesum døgum varpa ljós á endurnýtslu. 

"Býta leikur dagur" byrjaði í Klaksvík í dag - og endamálið er at varpa ljós á tey 17 heimsmálini, har bæði burðadygd og endurnýtsla eru lyklaorð, sigur Annika Egholm, sum er leiðari á bókasavninum. 

"Tað kann seta nakrar tankar í sving hjá børnunum um, hví vit eru burðadygg, og hví tað er gott", leggur hon aftrat.

Og tað er nevniliga júst tað, sum tað hevur gjørt hjá unga gøtumanninum. Tí um leikurnar bara fóru í skrell, so verður jørðin og luftin skitanari, fortaldi hann fyri ommu sínari, sum var við honum á bókasavninum. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221