H71-kvinnurnar í finaluna imóti Kyndli

H71-kvinnurnar í finaluna imóti Kyndli
Kvinnurnar hjá H71 vunnu sannførandi á VÍF í triðju hálvfinaluni og tryggjaðu sær pláss í finalunum, har Kyndil bíðar
 
24.04.2025 - 21:00

Við sannførandi sigri á VÍF tryggjaðu kvinnurnar hjá H71 sær pláss í FM-finalunum, har Kyndil bíðar.

VÍF byrjaði betur, men heimaliðið fekk skjótt takið á dystinum, og slapp til hálvleiks við javnleiki. Eftir steðgin struku hoyvíkingar avstað beinanvegin, og vestmenningar komu ongantíð nær eftir hetta.

H71 vann 34-26 og skal spæla finalur ímóti FM-favorittunum úr Kyndli, sum longu høvdu vunnið sína hálvfinalu ímóti Neistanum.

Fyrsta finalan í SMS-deildini verður sunnudagin á Hálsi.

 

Kyndil javnaði

Hjá monnunum hevði H71 vunnið sær fyrimun við sigri á Hálsi, men við teprum útisigri fekk Kyndil javnað til 1-1 undan triðju finaluni sunnudagin.

Tað gekk javnt á fyri steðgin, og hálvleiksstøðan var 18-17 til heimaliðið. H71 var eisini frammanfyri við trimum, tveimum ella einum stóran part av seinna hálvleiki.

Tá 12 minuttir vóru eftir at spæla vóru hoyvíkingar frammanfyri 30-27, men Kyndil vann síðstu løtuna við seks málum ímóti einum og dystin 33-31.

Triðja FM-finalan verður á Hálsi sunnudagin, men nú er greitt, at minst tveir dystir skulu spælast afturat fyri at finna føroyameistaran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040