Glyvursnes farin aftur í sigling

Glyvursnes farin aftur í sigling
Skipið er umvælt í Frederikshavn eftir spreingingina í maskinrúminum 2. januar.
Glyvursnes er farin aftur í sigling.
Mynd: Sigmund av Teigum: "Skip og bátar í Føroyum" á Facebook.  
 
05.05.2025 - 12:19

Farmaskipið Glyvurnes er farið aftur í sigling.

Skipið er umvælt í Frederikshavn eftir spreingingina í maskinrúminum 2. januar.

Tað hendi, meðan skipið lá í Hirtshals.

- Talan er um stóra umvæling í maskinrúminum, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line:

 

05022025_Glyvursnes

 

Ein 34 ára gamal maður doyði av spreingingini umborð á Glyvursnesi. 

Haraftrat fekk ein 47 ára gamal maður álvarsligar brunaskaðar, og ein triði av manningini, ein 19 ára gamal maður, fekk nakað av roykeitran.

Danska skaðanevndin kannar framvegis, hví vanlukkan hendi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659