Venjarin: Dreingirnir hildu høvdið kalt

Venjarin: Dreingirnir hildu høvdið kalt
Tað er fyrr miseydnast á einum torførum útivølli á Balkan, men ikki hesa ferð. - Dreingirnir hildu høvdið kalt, segði venjarin, Peter Bredsdorff-Larsen eftir sigurin á Kosovo
08.05.2025 - 22:02

Føroysku hondbóltsmenninir tryggjaðu sær EM-pláss við teprum sigri á Kosovo í Pristina hóskvøldið, men tað var eftir tógvið stríð.

Teir spældu ímóti einum tendraðum heimaliðið, sum spældi hart og fór heilt til markið. Tað eydnaðist kortini ikki at fáa føroyingarnir av kós, sum - hóast tað gekk striltið - hildu høvdið kalt.

 - Vit vistu, at tað fór at vera nakað heilt annað (enn á heimavølli, blaðm.), og teir spældu bæði intenst og hart og fóru til markið, segði venjarin, Peter Bredsdorff-Larsen.

Heimaliðið hevði nøsina frammanfyri stóran part av dystinum, men síðstu løtuna eydnaðist Føroyum at hála seg frammum og vinna 25-23.

 - Eg haldi bara, at tað var flott. Dreingirnir hildi høvdið kalt, og hóast tað ongantíð var lætt, vistu vit, at vit fyrr ella seinni fóru at fáa nøkur mál á rað, og tað fingu vit tíbetur eisini í seinna hálvleiki. Tað var eitt búgvið lið, sum spældi í Kosovo í dag, segði venjarin, sum nú hevur leitt Føroyar til tvey EM-endaspøl á rað.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087