Hondbóltsmenninir: Danmark, Norra og Holland bjóða av

Hondbóltsmenninir: Danmark, Norra og Holland bjóða av
Manslandsliðið í hondbólti er boðið til upphitingarkappingina Golden League í heyst, har mótstøðuliðini vera Danmark, Norra og Holland
Føroyska manslandsliðið skal hita upp til EM við dystum í Golden League
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.05.2025 - 10:15

Mest sannlíkt skal føroyska manslandsliðið í hondbólti skal spæla í upphitingarkappingini Golden League í heyst, har Danmark, Norra og Holland bjóða av.

Við sannførandi sigri á Ukraina við Tjarnir tryggjaði Føroyar sær fyrsta plássið í bólkinum frammanfyri Hollandi, og pláss í næstovasta styrkisbólki av fýra, tá EM-lutakastið verður hósdagin.

Men fyrireikingarnar til EM-endaspælið eru longu byrjaðar, og tí kemur tað væl við, at Føroyar eru bodnar til kappingina, sum verður frá 27. oktober til 2. november. Hondbóltssambandið bíðar í løtuni eftir endaligari váttan, men sum skilst, er hetta ein formalitetur. 

Harumframt bendir nógv á, at Føroyar skulu spæla venjingardystir ímóti Italia í Føroyum í januar. Um londini koma í sama bólk til EM, verður eitt nýtt mótstøðulið helst funnið.

 
250512_PETER_FYRIREIKINGAR

 

Hetta segði landsliðsvenjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, um fyrireikingarnar til EM eftir sigurin á Ukraina við Tjarnir

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439