Yvirfriðingarnevndin fund og rundferð á Sandi í sambandi við vindmylluætlan

Yvirfriðingarnevndin fund og rundferð á Sandi í sambandi við vindmylluætlan
Endamálið er at skoða ætlanina um sjey vindmyllur, sum skulu byggjast vestan fyri Sands bygd
Ætlaðu vindmyllurnar í Klivaløkshaga.
 
15.05.2025 - 06:49

Yvirfriðingarnevndin hevur boðað til fundar á Sandi mikudagin í næstu viku.

Endamálið er at skoða ætlanina um sjey vindmyllur, sum skulu byggjast vestan fyri Sands bygd.

Eisini er ætlanin at gera veg úr landsvegnum millum Sand og Skopun.

 

Áhugað kunnu vera hjástødd

Byrjað verður á Sands bókasavni og síðani verður farið til Klivaløkshaga, har ætlanin er at byggja myllurnar, sigur Yvirfriðingarnevndin.

Øll, sum hava áhuga, vera biðin um at vera hjástødd, sigur Yvirfriðingarnevndin.

Náttúrufriðingarnevndin í Sandoyar sýslu gav fyrst í oktober í fjør loyvi til vindmyllurnar og vegin.

 

Fýra umsóknir

Umhvørvisstovan gav í februar felagi, sum Jóhan í Niðristovu og onnur ætla at stovna, loyvi at byggja myllurnar vestanfyri Sands bygd.

Tað er, at felagið fær loyvi til elframleiðslu úr vindorku.

Fýra umsóknir komu.

Loyvini, sum higartil eru givin, eru treytað av, at onnur neyðug loyvi eisini kunnu fáast til vegar.

Teirra millum eru loyvi frá Yvirfriðingarnevndini, loyvi frá Sands kommunu, og endalig avtala skal gerast við jarðareigararnar í økinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809