Pensjónsmálið og Suðuroyartunnilin skulu avgreiðast í dag

Pensjónsmálið og Suðuroyartunnilin skulu avgreiðast í dag
Tingfundur verður klokkan hálvgum tíggju
Stórar avgerðir skulu takast í tinginum í dag.
 
19.05.2025 - 07:54

Løgtingsfundur byrjar klokkan hálvgum tíggju fyrrapartin, og fýra mál eru á skránni. 

Tey bæði fyrstu eru málini um broyting í lógini um almannapensjónir, og tey vera viðgjørd undir einum.

Tey snúgva seg um at broyta pensjónsaldurin og at víðka lógina til eisini at umfata eina tíðartreytaða pensjón, sum kann tillutast fólki, sum frá tí fylta 16. árinum í minsta lagi í 50 ár hava verið arbeiðsvirkin.

Triðja málið er málið um broyting í lógini um íleggingargrunnin fyri Føroyar, og tað fjórða er málið um Suðuroyartunnilin.

Málini vórðu viðgjørd í løgtinginum, áðrenn tað fór í summarfrí, men tá tað ikki eydnaðist at fáa málið um Suðuroyartunnilin samtykt, áðrenn tingið skuldi fara til hús, var viðgerðin av øllum fýra málunum útsett til í dag, tí tey eru knýtt saman. 

Tá avgerðin um at útseta viðgerðina til í dag varð tikin, varð róð framundir, at hetta kundi fáa avleiðingar, til dømis at okkurt fór at henda, eitt nú við málinum um Suðuroyartunnilin, í tíðarbilinum til tingið kom saman aftur. 

Árni Gregersen, viðmerkjari,  var í útvarpsstovuni í gjár, og hann segði millum annað:

 

19052025_Arni

 

 


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531