Ávara um russisk telduálop

Ávara um russisk telduálop
Álopini skulu raka tey, sum veita Ukraina stuðul, og tøknifyritøkur í vesturheiminum
Sameind lond ávara um telduálop, sum verður stýrt úr Russlandi. (Savnsmynd)
 
21.05.2025 - 15:40

Fleiri sameind lond, m.a. USA, Bretland og Danmark, hava í dag sent út felags ávaring um, at stórur vandi er fyri russiskum telduálopum. 

Talan er um russiskt statsstuðlað netátak, siga londini, og álopini skulu raka tey, sum veita Ukraina stuðul, og logistikk- og tøknifyritøkur í vesturheiminum.

Tað sigur bretski nettrygdarstovnurin NCSC, sambært tíðindastovuni Reuters.

- Óreina átakið hjá fregnartænastuni hjá russiska herinum er álvarslig hóttan móti felagsskapunum, sum hetta kann raka, m.a. tey, sum eru vit til at veita Ukraina hjálp, sigur Paul Chichester, stjóri á rakstrardeildini í NCSC, sambært Reuters.

Sambært NCSC, skal russiska netátakið eisini raka verju, KT-tænastur, sjóvinnu, flogvøllir, havnir og flogferðslueftirlit í fleiri limalondum í Nato.

Londini heita á felagsskapir um alt fyri eitt at seta herd trygdartiltøk í verk.

- Vit heita inniliga á øll um at kunna seg um hóttanina og ráðini, sum eru partur av hesi fráboðan, soleiðis at tit kunnu verja netverkið hjá tykkum, sigur Chichester.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
Góðan morgun Føroyar
206789
Hósdag 9. apríl
Morgunlestur hósdagur 9.apríl 2026
206584
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650