Viðmerkjari: Tjóðveldi hevur lagt innanhýsis ósemju á blik

Viðmerkjari: Tjóðveldi hevur lagt innanhýsis ósemju á blik
Beinta Løwe og Helena Dam á Neystabø, politiskir viðmerkjarar, umrøddu politisku støðuna, har Liljan Weihe í Tjóðveldi ikki var boðin á samgongufund
Helena Dam á Neystabø og Beinta Løwe, politiskir viðmerkjarar, vóru í Breddanum fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.05.2025 - 13:21

- Eingin tosar um, at ein javnaðartingmaður atkvøddi ímóti einum uppskoti hjá løgmanni. Hinvegin tosa øll um, at Tjóðveldi ikki hevur boðið einum tingfólki hjá sær við á fund.

Tað sigur Beinta Løwe, politiskur viðmerkjari, í samband við, at Liljan Weihe ikki varð boðin við á samgongufund, tá ið pensjónsmálini og málið um Suðuroyartunnilin vóru til triðju viðgerð í løgtinginum. 

 

Tjóðveldi vildi ikki hava  Liljuna Weihe við á samgongfund, tí hon frammanundan hevði boðað frá, at hon ikki ætlaði sær at atkvøða fyri pensjónsmálinum ella málinum um Suðuroyartunnilin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)


  
Helena Dam á Neystabø, viðmerkjari, sigur, at tað, sum eyðkennir eitt demokrati, er, at ymsar meiningar eru, og tað skal vera pláss fyri ymsum meiningum í einum flokki.

- Roynir tú at fáa røddir at tagna, so fært tú ein demokratiskan trupulleika, sum kann elva til ótryggleika í veljarafjøldini, sigur hon.

Beinta Løwe og Helena Dam á Neystabø, sum báðar eru fyrrverandi politikarar, vóru í Breddanum fyrrapartin:

 

30052025_Liljan_Weihe

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087