Fartelefonin nýtast við fráferð og lending

Fartelefonin nýtast við fráferð og lending
Nú kanst tú bæði lesa á Ipaddinum og lurta eftir tónleiki á fartelefonini, tá flogfarið fer á flog og tá tað setir seg
 
15.11.2013 - 09:07

Evropeiska flogferðsluráðstovan fer nú at geva loyvi til at halda elektronisk tól frá undir fráferð og lending. Tað hevur annars verið bannað. 

Tað hendir fáar dagar eftir, at amerikanarar geva sama loyvi. Kortini skal tú ikki hava 3G frá á fartelefonini.

Tú kann heldur ikki hava fartelduna á borðinum, tá flogfarið fer á flog ella tá tað setir seg, tí tað kann vera vandamikið fyri onnur, um eitt óhapp hendir.

Tøkniligu framstigini hava verið stór seinastu árini. Á summum flogførum kann tú vera á internetinum, meðan tú flýgur, og nú verður kannað, um tað ber til at tosa í telefon, meðan tú er í luftini.

Evropeiska flogferðsluráðið fer ætlandi at seta nýggju ásetingarnar í gildi um tvær vikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358