Aftur falskt neyðarkall

Aftur falskt neyðarkall
Skipið segði seg vera í neyð í Miðjarðarhavinum, men tað vísti seg, at tað fiskaði vestan fyri Føroyar
Hetta er aðru ferð í fáar dagar, at MRCC fær falskt neyðarkall.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.06.2025 - 08:16

Í gjáranáttina var aftur eitt falskt neyðarkall.

Tað var eitt DSC frá føroyskum fiskiskipi, sum segði seg vera í neyð í Miðjarahavinum. 

Tað vísti seg tó at vera eitt falskt neyðarkall, staðfesti MRCC eftir at hava tosað við skipið, sum fiskaði vestan fyri Føroyar.

Í síðstu viku vóru følsk mayday boð á VHF rás 16. 

Men eftir stutta tíð var staðfest, at eingin vandi var á ferð. Onkur hevði rópt mayday í spølni.

Slíkt spæl við neyðarkalli kann fáa álvarsligar avleiðingar og tekur neyðtænastur burtur frá veruligum uppgávum, sigur MRCC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040