Hagstovan spyr um fíggjarstøðuna hjá húsarhaldunum

Hagstovan spyr um fíggjarstøðuna hjá húsarhaldunum
Seinastu kanningarnar hava víst, at umleið 60 prosent siga seg spara upp, og hóast prísvøkstur, eru ikki fleiri, sum siga seg læna pening
Hagstovan hevur sett 750 húsarhaldum 16 spurningar um føroyska búskapin og um fíggjarstøðuna hjá húsarhaldinum.
 
06.06.2025 - 07:56

Hagstovan hevur sett 750 húsarhaldum 16 spurningar um føroyska búskapin og um fíggjarstøðuna hjá húsarhaldinum.

Í seinastu kanningini, sum var gjørd í vetur, og í teimum seinastu kanningunum undan henni, var ein góður fjórðingur av húsarhaldunum, sum søgdu seg júst fáa endarnar at røkka saman. 

Okkurt um 60 prosent siga seg spara nakað upp. 

Hóast stóran prísvøkstur seinastu trý árini eru ikki fleiri, sum siga seg mugu læna pening. 

Nú verður so kannað, hvussu støðan hjá húsarhaldunum er í juni 2025.

 

 

Konjukturkanningar

Seinni í juni vera slíkar kanningar, sum eita konjunkturkanningar, gjørdar um tilfeingisvinnuna, tænastuvinnuna, handilsvinnuna og byggivinnuna, skrivar Hagstovan.

Sambært lóg er krav at svara.

Konjunkturbarometrið gevur ábending um búskaparútlitini í Føroyum.

Í konjunturbarometrinum, sum verður gjørt eftir úrslitunum í kanningunum, viga húsarhaldini 20 prosent og vinnan vigar 80 prosent. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262