
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Í sambandi við Mentanarnáttina í Havn í dag, so letur ein framsýning við fotomyndum hjá Bjarna Árting Rubeksen, myndamanni, upp í forhøllini í Kringvarpi Føroya.
Framsýningin fevnir um 22 reportasjumyndir, sum Bjarni Árting Rubeksen hevur tikið fyri Kringvarpið millum ár og dag, síðani hann byrjaði at taka fotomyndir burturav í 2019.
Myndaevnini fevna um alt frá føroyskum toppfundi út í Tinganesi til grindadráp og modernaðan dans.
Sí eisini: Øll skráin fyri Mentanarnáttina í Kringvarpi Føroya
>>Myndarøðir hjá Bjarn Árting Rubeksen kunnu síggjast á kvf.fo.
Fotolist ikki løtuverk
Í sambandi við framsýningina, so hevur Kinna Poulsen, ið rekur heimasíðuna Listaportalin, skrivað nøkur orð um fotomyndirnar hjá Bjarna Árting Rubeksen undir yvirskriftini "Ævinleikin í løtuni".
Ævinleikin í løtuni
- um fotomyndirnar hjá Bjarna Árting Rubeksen eftir Kinnu Poulsen
Fyri einum ári síðani hevði fotografurin Bjarni Árting Rubeksen framsýning í Víngarðinum. Fokus og myndevni hansara er menniskjað í føroyska samtíðarsamfelagnum. Talan eru um reportasjumyndir, sum Bjarni hevur tikið og sum m.a. hava verið vistar á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.
Men hesar myndir avmarka seg ikki til bert at snúgva seg um her og núið - tær hava onnur virði enn bara tíðindavirði. Ofta er greiður samanhangur millum ljós og skugga, huglag, kompositión og myndamál. Tað er tessvegna eitt gott hugskot hjá áskoðaranum at geva sær far um tað estetiska umframt tað innihaldsliga.
Foto snýr seg í stóran mun um at fanga løtuna og tað, sum gongur fyri seg í júst einum ávísum sekundi. List snýr seg um at fanga ævinleikan og tað, sum er relevant í dag og um túsund ár. Foto er eitt tøkni, sum vit øll halda okkum kenna og duga og sum tessvegna kenst trivielt. Vit taka jú myndir konstant við okkara telefonum, har myndastreymir hópa seg upp til vit rudda og sletta. List er onkursvegna tað øvugta, listin er eksklusiv og snýr seg um at velja út og at varðveita.
Sjálvt um fotomyndir avmynda løtuna, er fotolist ikki løtuverk. Tað síggja vit ikki minst í arbeiðinum hjá Bjarna Árting Rubeksen, sum t.d. í sambandi við politiskar samráðingar og annað mangt er tolna og sera ídna flugan á vegginum.
Hann tekur heilar røðir av fotomyndum og harímillum eru verk, ið innihalda eitt sindur av ævinleika, eitt sindur av tí universala, syrgiliga, oyðileggjandi ónda, margháttliga, løgna og stuttliga, sum alt er partur av at vera menniskja í okkara tíð. Hetta ger hann við eini serligari nerv og ansi fyri ævinleikanum í løtuni.