Flogbóltur: greitt tap fyri Norðurmakedónia inni í Dal

Flogbóltur: greitt tap fyri Norðurmakedónia inni í Dal
Føroysku flogbóltskvinnurnar taptu fyrra dystin í Silvurliguni fyri Norðurmakedónia. Gestirnir vunnu greitt, og føroyingarnir iðraðu seg um mistan møguleika
 
07.06.2025 - 07:31

Føroysku flogbóltskvinnurnar taptu greitt fyri Norðurmakedónia í fyrra dystinum í Silvurliguni inni í Dal á Sandi.

Føroyingarnir høvdu ætlað sær meira júst ímóti norðurmakedónum, men megnaðu ikki at taka av, tá møguleikin kom í 2. setti. Tí endaði dysturin 3-0.

Byrjanin á dystinum fekk næstan ikki verið verri. Gestirnir komu heilt upp á 21-7 og vunnu settið 25-11, áðrenn Føroyar vaknaði.

Tí tað gekk javnt á í 2. setti, og miðskeiðis var heimaliðið frammanfyri 12-10 og seinni 17-13. Gestirnir spældu seg kortini nærri, og yvirhálaðu seint í settinum, sum Norðurmakedónia vann 25-21.

Í 3. setti var eisini javnt eina løtu, áðrenn gestirnir settu ferð á og vunnu 25-16.

Leygardagin spæla Norðurmakedónia ímóti Eysturríki, áðrenn Føroyar skal royna seg ímóti Eysturríki sunnudagin klokkan 17.00.

 

Høllin Inni í Dal (Silvurligan, kvinnur)

Norðurmakedónia – Føroyar 3-0 (25-11, 25-21, 25-16)

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572