Løgmaður: Felagsskap við Danmark og Grønland, men størri heimildir

Løgmaður: Felagsskap við Danmark og Grønland, men størri heimildir
Stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum hava havt tíðindafund í Tinganesi
Frá tíðindafundinum í Tinganesi seinnapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.06.2025 - 16:00

Føroyar vilja framvegis hava felagsskap við Danmark og Grønland, men vit vilja eisini størri heimildir á uttanríkispolitiska økinum.

Tann boðskapin endurtók Aksel V. Johannesen, løgmaður, á tíðindafundi í Tinganesi í dag:

 

 

17062025_Aksel
 


Tíðindafundurin var seinnapartin, eftir at umboð fyri tey trý londini í ríkisfelagskapinum hava hildið ríkisfund í tveir dagar í Føroyum.

Mette Frederiksen, danski forsætisráðharrin, legði í síni røðu dent á verjupolitiska samstarvið, men hon nevndi eisini, at tey ætla at gera fleiri íløgur í ríkisfelagsskapin:

 

 

17062025_Mette
 


Landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Jens-Frederik Nielsen, segði, at neyðugt er at broyta ríkisfelagsskapin, soleiðis at tey londini verða meira javnsett:

 

 

17062025_Jens_FRederik

 

(Myndir: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sí allan tíðindafundin her.

 

Meiri verður at frætta í tíðindunum klokkan 18, og tá verður Beinta Løwe, politiskur viðmerkjari, gestur í útvarpsstovuni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026