Julian tók 32 ára gamalt met: - Eitt stórt stig hjá mær

bannari
Julian tók 32 ára gamalt met: - Eitt stórt stig hjá mær
Tað var eitt stórt stig at taka 32 ára gamla metið í 5 kilomtra renning á landavegi, sigur Julian Gregersen úr Treysti, sum nú ætlar sær at koma undir 15 minuttir
Julian Gregersen hevur tikið 32 ára gamla metið hjá Albert Marna Joensen í 5 kilometrum á landavegi
Mynd: FÍF  
 
19.06.2025 - 09:25

 - Hetta var eitt stórt stig hjá mær.

Tað sigur Julian Gregersen, sum í gjár tók 32 ára gamla metið hjá Albert Marna Joensen í 5 kilometur renning á landavegi. 

Hann kappaðist í ensku kappingini Dashing Deer 5K í London og kom á mál við tíðini 15:05 minuttir; heili 19 sekund skjótari enn gamla metið frá 1993.

 - Tað kennist gott at taka hetta gamla metið. Tað var ein teinur, har eg kom í eina góða rútmu og rann einsamallur fyri tað mesta, sigur Julian Gregersen úr Treysti.

 - Hetta var avgjørt eitt mál, eg hevði sett mær frammanundan. Eg havi prøva eftir tí fyrr, so tað var stuttligt at síggja, at venjingin síðani hevur givið úrslit.

 

Ætlar sær undir 15 minuttir

Kappingin í London var fyrra kappingin av tveimum hjá Juliani Gregersen undan Oyggjaleikunum á Orknoyggjum, sum vera miðskeiðis í juli.

Leiðin gongur nú til Danmarkar, har langteinarennarin skal kappast um danska meistaraheitið í 5 kilometrum. Nýggja málið er skava minst seks sekund av tíðini afturat.

 - Nú eg var so tætt við 15 minuttir, er málið at koma undir 15 minuttir, sigur rennarin, sum nú tykist hótta fleiri av føroysku metunum frá nítiárunum.

 - Fleiri av langteinametunum eru gomul, so tað ger tað eitt sindur meir motiverandi at fara eftir. Eg fari at taka eitt stig í senn, sigur Julian Gregersen.

 

 

250616_3_2_LANGTEINARENNING

 

Tað er ikki bara Julian Gregersen, sum ger vart við seg á longru renniteinunum fyri tíðina. Eisini Rógvi Kárason og Neli Heldarskarð úr Bragdinum eru væl fyri í løtuni. Allir tríggir skulu kappast á Oyggjaleikunum í Orknoyggjum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221