Heimsins lond góðtaka ikki at Iran steingir Hormuz-sundið

Heimsins lond góðtaka ikki at Iran steingir Hormuz-sundið
Oljuvinnan fylgir væl við, nú iranska tjóðartingið hevur samtykt at steingja Hormuz-sundið fyri øllum oljuflutningi, eftir amerikanska álopið á landið í nátt
Ben Arabo hevur verið í oljuvinnuni í nógv ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (Savn)  
 
22.06.2025 - 18:16

Hormuz-sundið er smalt sund millum Persiaflógvan og Omanflógvan. 

Umleið ein fimtingur av allari olju, sum verður brúkt, fer ígjøgnum Hormuz-sundið og ein fimtingur av øllum jarðgassi.

Ben Arabo hevur verið í oljuvinnuni í nógv ár.

- Ein stongsil kann senda oljuprísin til himmals eina løtu, sigur Ben Arabo, sum kortini ikki væntar at heimsins lond fara at sita hendur í favn, steingir Iran sundið.

Tað er iranska trygdarráðið sum ger endaliga av, um Hormuz-sundið skal steingjast.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1750112

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107