U21-hondbóltur: Føroyar og Slovenia brúka somu uppskrift

U21-hondbóltur: Føroyar og Slovenia brúka somu uppskrift
Tú skalt ikki rokna við nógvum skotum útifrá, tá Føroyar og Slovenia bresta saman í HM-fjórðingsfinaluni í hondbólti í kvøld. Tað sigur venjarin, Hjalti Mohr Jacobsen
26.06.2025 - 17:15

Gjøgnumbrot, innspøl og bóltar út á veingin.

Tað verður uppskriftin hjá bæði Føroyum og Slovenia, tá U21-landsliðini í hondbólti bresta saman í HM-fjórðingsfinalu í kvøld.

 - Føroyar og Slovenia eru klárt tey bæði liðini í kappingini, sum hava skotið minst langskot, sigur annar av venjarunum, Hjalti Mohr Jacobsen.

 - Teir vilja hava bóltarnar inn á strikuna, út á vengurnar og annars gjøgnumbrot. So tað er eitt lið, sum spælir nokkso líka sum vit, sjálvt um teir spæla meir seks ímóti seks, har vit spæla sjey ímóti seks.

 

Yvirtalsspæl og tolin verja

Júst yvirtalsspælið við tómum máli og tveimum strikum verður nógv at síggja hjá føroyingunum í Sosnowiec, meðan verjan fer at standa aftarliga og bíða eftir slovensku gjøgnumbrotsroyndunum.

 - Teir vilja helst sleppa undan at skjóta útifrá - teir eru ikki serliga stórir, teir eru snildir - so vit fara at royna at dekka upp fyri gjøgnumbrotunum og innspølum til strikuna. So í verjuni fara vit at bíða eitt sindur eftir teimum, sigur Hjalti Mohr Jacobsen.

Venjarin heldur, at føroysku U21-menninir hava royndirnar, sum eru neyðugar, skalt tú spæla teg til eina HM-hálvfinalu.

 - Vit hava verið í líknandi støðum fyrr. Um tað eitur kvartfinala ella millumrundudystir ella hvat tað eitur tey síðstu fýra árini, so hava vit ótrúliga ofta spælt dystir, har vit høvdu verið útslidnir, um vit tapa, sigur Hjalti Mohr Jacobsen.

(Mynd: IHF/Kolektiff/Sasa Pahic Szabo)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221