DM-bronsu og nýtt mett

DM-bronsu og nýtt mett
Julian Gregersen er í toppformi. Í gjár endaði hann á 3. plássi í kappingini um danska meistaraheitið í 5 kilometrum og sett samstundis nýtt føroyskt met
Síðan hesa venjingina á "Guttabreyt" fyri nøkrum vikum síðan, hevur Julian Gregersen tikið metið í 5 kilometrum tvær ferðir
 
27.06.2025 - 10:39

Julian Gregersen fekk bronsu í kappingini um danska meistaraheitið í 5 kilometrum á landavegi og setti samstundis nýtt føroyskt met.

Kappingin var í Aalborg í gjár, og klaksvíkingurin úr Treysti kom á mál við tíðini 14:52 minuttir. 

Tað er ikki meir enn ein góð vika síðan, at Julian Gregersen tók 32 ár gamla metið hjá Albert Marna Joensen á sama teini. 

Hetta var í kapping í London við, og tá var tíðin 15:05. Tá segði hann við Kringvarpið, at nýggja málið var at koma undir 15 minuttir, og tað hevur hann so klárað nú.

Næsta kappingin hjá langteinarennaranum er oyggjaleikirnir á Orknoyggjum, sum verða frá 12. til 18. juli.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744