Herd krøv til uppihaldsloyvi í Noregi

Herd krøv til uppihaldsloyvi í Noregi
Umsøkjarin skal duga einfalt gerandismál og duga at tosa um viðurskifti, sum hava við seg og familju sína at gera, um nærumhvørvið og arbeiði
 
01.07.2025 - 11:22

Norska stjórnin herðir kravið um at duga at tosa norskt úr A1 upp í A2. Stigini eru í felags evropiska karminum fyri mál, og stigin er A1, A2, B1, B2, C1 og C2, har A1 er lægsta stig. Á A2-stiginum kann umsøkjarin tosa einfalt gerandismál og duga at tosa um viðurskifti, sum hava við seg og familju sína at gera, um nærumhvørvið og arbeiði.

Umsøkjarin kann klára seg í einføldum og vanligum samrøðustøðum um kend viðurskifti, um samrøðufelagin tosar spakuliga og greitt, og er fúsur at hjálpa. Nøkur undantøk eru tó til kravið, - eitt nú vaksnar tilflytarar, sum lítla og onga skúlagongd hava, sum hava ongan ella avmarkaðan skrivikunnleika, og eldri fólk.

Nýggju reglurnar koma í gildi 1. september, skrivar norska stjórnin í tíðindaskrivi

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201