Stórhvalur aftur í Kaldbaksbotni

Stórhvalur aftur í Kaldbaksbotni
Fyri løtu síðani kom ein fráboðan inn um ein stórhval í Kaldbaksbotni
Kúlubøka í Kaldbaksbotni
Mynd: Ísak Olsen  
 
03.07.2025 - 17:19

Fyri góðum tveimum árum síðani vóru fleiri hvalir at síggja stóran part av summarinum í Kaldbak, og staðið gjørdist eitt væl vitjað ferðamál bæði hjá føroyingum og ferðafólki. Hesa ferð er talan um eina kúlubøku. Tað er óvist, hvussu leingi kúlubøkan steðgar.

Kúlubøkustovnurin er í vøkstri

Tað hevur ikki verið so vanligt at síggja kúlubøkur í Føroyum, men seinastu árini er tað vorðið meira vanligt, at hesin hvalur vitjar okkara leiðir. Fyrr í summar eru fráboðanir komnar úr millum annað Sandavági og Múlavági, har fólk hava sæð kúlubøkur spæla sær í sjónum.

Í løtuni ferðast kúlubøkurnar úr Karibisku oyggjunum norðureftir móti Arktis. Tær hava eina drúgva farleið, og seinastu árini eru tær farnar at søkja breiðari farvatn. Tí síggjast kúlubøkur nú ikki bert kring Ísland, men eisini í føroyskum øki.

"Vit kunnu vænta at síggja fleiri kúlubøkur kring Føroyar," sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, tá ið hann varð spurdur um støðuna hjá kúlubøkustovninum.

Sí upptøku her:https://www.facebook.com/share/v/1CBTcKAskf/

628B0B90-7B09-4BAF-BFE8-694DB90F5448

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522