Stuðul hækkar 50 prosent

Stuðul hækkar 50 prosent
Stuðulin, sum næmingar í húsarhaldsskúlum kunnu fáa, verður skjótt í mesta lagi 3.000 kr. um mánaðin
Nýggi húsarhaldsskúlin hevur 14 fleiri pláss enn tann, sum nú er.
 
11.07.2025 - 06:52

Stuðulin, sum næmingar í húsarhaldsskúlum kunnu fáa, verður skjótt í mesta lagi 3.000 kr. um mánaðin.

Tað stendur í uppskoti um kunngerð, sum er til hoyringar.

Inntøka næminganna ella foreldranna ávikar ikki stuðulin.

Næmingastuðulin er eins fyri allar næmingar skúlans, stendur í uppskotinum um kunngerð.

Í kunngerð frá 1991, sum enn er galdandi, er stuðulin í mesta lagi 2.000 kr.

Játtanin í fíggjarlógini í ár hækkaði tvær milliónir, tí Húsarhaldsskúlin í Klaksvík fer í nýggj høli.

Nýggi skúlin hevur pláss fyri 35 næmingum.

Í tí gamla eru 21 pláss.

Í fíggjarlógini fyri 2025 eru fimm milliónir og 616.000 kr. á kontuni, sum eitur stuðulsjáttan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858