Grundarlagið horvið áðrenn lógin kemur í gildi

Grundarlagið horvið áðrenn lógin kemur í gildi
Tað hóvar ikki formanninum í Lærarafelagnum, at Tórshavnar kommuna hevur fingið undantak til at hava 24 næmingar í fyrstu flokkunum í fólkaskúlanum komandi tvey skúlaárini
Skúlin á Argjahamri.
 
11.07.2025 - 08:18


Tað hóvar ikki formanninum í Lærarafelagnum, at Tórshavnar kommuna hevur fingið undantak til at hava 24 næmingar í fyrstu flokkunum í fólkaskúlanum komandi tvey skúlaárini.

Lógin, sum sigur í mesta lagi 22 næmingar, er ikki komin í gildi enn. Hon kemur í gildi, tá næsta skúlaár byrjar.

Men tað er burturvið at taka grundarlagið burtur, áðrenn lógin er komin í gildi, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum í Skúlablaðnum. 

At Tórshavnar kommuna er í trupulleikum at fáa pláss til børnini í forskúlanum og fyrsta flokki í skúlanum á Argjum og í skúlanum á Fløtum, so børnini kunnu ganga í skúla saman við vinunum í grannalagnum, skyldast óhepnar politiskar raðfestingar í kommununi, sigur formaðurin í Lærarafelagnum. 

Ikki loysnin

Tað er ikki loysnin bara at koyra fleiri børn í hvønn flokk, tí kommunan er komin í trupulleikar, sigur hann.

Tí ætlanin við at minka floksstøddina var, at lærarin skuldi hava betri tíð til einstaka næmingin.

At ein kommuna ikki hevur bygt skúlan út til tørvin, er ikki haldgóð grund fyri, at landsstýrismaðurin bara gevur kommununi heimild til at fylla fleiri næmingar í hvønn flokkin.

Tá tað var so lætt at víkja frá lógini hesaferð, hvat verður so tað næsta?, spyr Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum í Skúlablaðnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672