- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesandi í Føroyum: Vit mugu broyta hugburð
"Tú skalt ikki kenna teg skeiva bara tí, at tú velur at lesa í Føroyum", soleiðis hugleiðir Fríðunn Bolstad Mortentensen um hugburðin, sum hon hevur møtt í samfelagnum.
Hon er læraralesandi á Setrinum, og er sostatt ein av teimum, sum hevur valt at útbúgva seg í Føroyum, heldur enn at fara uttanlands. Tey flestu vinfólkini eru kortini farin til Danmarkar at lesa, tí hevur hon mangan følt seg einsamalla um avgerðina, at verða verandi í Føroyum.
Hon gjørdist studentur í 2022, sum var ein øgiliga stuttlig tíð, fortelur hon. Stutt eftir, byrjaðu fólkini rundanum hana at flyta til Danmarkar, meðan hon valdi eina aðra leið - og tað hevur onkuntíð verið avbjóðandi.
Eg valdi so ikki at flyta, men at vera lesandi í Føroyum. Tá fekk mann eitt sindur kensluna av einsemi: At tú vart tann einasta, sum sat eftir her, meðan øll onnur vóru farin av landinum
Ætlaði at fylgja streyminum
Fríðunn Bolstad Mortentensen fortelur víðari, at hon hugsaði um at fara til Danmarkar at lesa, eins og øll onnur. Hon hevði tó ikki nakran dreym um at flyta niður, tí fór hon kortini ikki tann vegin. Hon tók síðani avgerð um at lesa til lærara. Nakað, sum hon kundi lesa á Fróðskaparsetur Føroya.
Hon hevur nú verið læraralesandi í eitt ár, sum hevur verið ein góð og mennandi tíð, sigur hon. Tó er ein spurningur, sum gongur aftur, tá hon fortelur um útbúgvingarleiðina.
"Tá ið eg sigi, at eg lesi í Føroyum, fái eg altíð afturvendandi spurningin – hví ert tú ikki farin niður at lesa, eins og øll hini?"
Kanst tú siga farvæl?
Ein stórur partur av ungdóminum fer uttanlands í lestrarørindum - og soleiðis hevur tað verið í mong ár. Tað fortelur Erika Hayfield, sum er Ph.D. í samfelagsvísindum, í dokumentarrøðini "Kanst tú siga farvæl".
"Børn og ung vaksa upp og eru partur av einari mentan, har tað at flyta burtur, er ein vanligur partur av lívsins gongd", greiðir hon frá.
Tað ber í sostatt ísær, at nógv fara uttanlands. Vansin er kortini, at mong ongantíð koma heimaftur at búgva.
Í kjalarvørrinum av sendingini "Kanst tú siga farvæl", hevur stóra ungdómsfráflytingin verið á breddanum. Kjak hevur aftur verið um "Exit Føroyar" - og týdningin av, at føroyski ungdómurin er til staðar í samfelagnum.
Hetta er eisini nakað, sum Fríðunn Bolstad Mortentensen hevur givið sær far um í sambandi við tann hugburðin, sum hon møtir í samfelagnum.
Tey tosa jú um stóru fólkafráflytingina, men samstundis spyrja tey okkum, nær vit fara. Tí haldi eg, at hugburðurin skal broytast, tí skal eisini vera ordiliga kul at lesa í Føroyum - tí tað er tað
"Mugu broyta hugburð"
Sjálv er Fríðunn Bolstad Mortensen ógvuliga fegin um, at hon valdi at lesa í Føroyum. Samstundis heldur hon, at tað er neyðugt við einari hugburðsbroyting. Tí sum nú er, so er vansi er fyri, at fólk kenna seg skeiv, tí tey velja at lesa í Føroyum, vísir hon á.
Hon ásannar kortini, at har eru avbjóðingar við umstøðunum í løtuni. Vit skulu sum samfelag raðfesta at betra um lestrarumhvørvi í Føroyum, og vit skulu hava fleiri lestraríbúðir, soleiðis at tað er møguligt hjá øllum at vera lesandi í Føroyum, sigur hon.
Fróðskaparsetrið hevur lagt seg eftir at fáa fleiri lesandi, men talið av umsóknum stendur so at siga í stað. 383 fólk hava søkt um lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroya í ár, meðan 379 fólk vildu lesa á Setrinum í 2024.
Spurd, um hon framvegis er glað fyri sína avgerð, svarar Fríðunn Bolstad Mortensen smílandi. "Hetta er óivað tann besta avgerðin, sum eg havi tikið. Eg eri sera glað fyri, at eg valdi at vera lesandi í Føroyum, hóast tað ikki er tað mest vanliga at gera".


























