Tummas Kannuberg prestur í Hvalvík

Tummas Kannuberg prestur í Hvalvík
Hann byrjar í embætinum 1. august, og ætlandi verður innsetingargudstænasta í Hvalvíkar kirkju 16. august
Tummas Kannuberg tekur við prestastarvinum í Hvalvík 1. august.
Mynd: Fólkakirkjan.fo  
 
01.06.2026 - 08:51

Tummas Lykke Kannuberg er vorðin prestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi.

Hann fær sæti í Hvalvík.

Í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi eru Hósvík, Hvalvík, Streymnes, Saksun, Nesvík, Langasandur, Haldórsvík og Tjørnuvík.

Tummas Lykke Kannuberg var vígdur í Viborg dómkirkju 9. oktober í 2022.

Tá gjørdist hann sóknarprestur í Sparkær-Gammelstrup og Stoholm. 

Frá januar til mai 2024 var hann virkandi sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi.

 

Hjálparprestur hjá prósti

Síðani juni 2024 hevur Tummas Lykke Kannuberg verið í tíðaravmarkaðum starvi sum virkandi hjálparprestur hjá prósti í Nes prestagjaldi. 

Afturat hesum hevði Tummas gudstænastur í kirkjusóknum, sum høvdu færri enn 400 fólk.

Tummas Lykke Kannuberg byrjar í nýggja embætinum 1. august. 

Ætlandi verður innsetingargudstænasta í Hvalvíkar kirkju 16. august.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923