Frágreiðingin kom ongantíð - stjórin segði upp

Frágreiðingin kom ongantíð - stjórin segði upp
Uttanríkis- og fiskimálaráðið ger ikki meiri við málið um stjóran á Vørn
Óli Hans Olsen er ikki longur stjóri á Vørn. Hann hevur sagt seg úr starvinum í kjalarvørrinum á málinum um, at ein skjóttgangandi bátur sigldi á Brimil á bátastevnuni í Vestmanna.
 
01.06.2026 - 12:57

Óli Hans Olsen hevur sagt seg úr starvi sum stjóri á Vørn. 

Tað boðar Uttanríkis- og fiskimálaráðið frá í morgun.

Málið hevur samband við, at ein skjóttgangandi bátur rendi á Brimil leygardagin 16. mai, tá ið bátastevna var í Vestmanna.

Tað váttar Herálvur Joensen, aðalstjóri í uttanríkis- og fiskimálaráðið.

 


Jóhan Simonsen verður fyribils stjóri á Vørn. 

 

Frágreiðingin kom ongantíð

Aðalstjórin bað stjóran í Vørn, nú fyrrverandi stjóran, um eina frágreiðing, men hon kom ongantíð. Stjórin segði upp, sigur Herálvur Joensen, 

Jóhan Simonsen, deildarstjóri á Vørn, tekur við sum virkandi fyribils stjóri. Eftir summarfrítíðina verður søkt eftir nýggjum stjóra.

Óli Hans Olsen verður tó tøkur komandi mánaðin at hjálpa til við málum, sum kunnu stinga seg upp.

Uttanríkis- og fiskimálaráðið ger ikki meiri við málið. 

 

Maður skuldsettur

Løgreglan hevur annars skuldsett ein mann fyri brot á revsilógina og fyri brot á lógina um trygd á sjónum. 

Tað er í sambandi við, at skjóttgangandi báturin rendi á vaktar- og bjargingarskipið Brimil í Vestmanna, og at fólk vóru flutt á Landssjúkrahúsið. 

Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, segði við útvarpið 20. mai, at hann hevði heitt á løgregluna um at kanna møgulig brot á tær reglur, sum Sjóvinnustýrið umsitur.

Kanningararbeiðið heldur fram.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558