Fjølmiðlanevndin: Kringvarpið helt ikki góðan fjølmiðlasið

Fjølmiðlanevndin: Kringvarpið helt ikki góðan fjølmiðlasið
Nevndin hevur viðgjørt eina kæru um leiklutirnar hjá Dennisi Holm í fíggjarnevndini og áhugafelagsskapum í Vági
Dennis Holm kærdi til Fjømiðlanevndina
 
01.06.2026 - 10:33

Fjølmiðlanevndin hevur gjørt úrskurð viðvíkjandi grein á heimasíðuni hjá Kringvarpinum 18. desember í fjør um leiklutirnar hjá Dennisi Holm í fíggjarnevnd løgtingsins og í áhugafelagsskapum í Vági.

Fjølmiðlanevndin metir, at Kringvarp Føroya ikki hevur hildið góðan fjølmiðlasið við at bera fram uppáhald um egin áhugamál í sambandi við sølu av ogn og um dupultan leiklut hjá  kæraranum, uttan at biðja um viðmerking og uttan at geva kæraranum høvi at svara aftur skjótast til ber.

Fjølmiðlanevndin metir somuleiðis, at neyðugt samsvar ikki var millum yvirskrift og innihald í greinini á kvf.fo tann 18. desember 2025, og at rættingin, sum varð gjørd sama dag, ikki var nóg greið, serliga við atliti at álvarseminum í teimum uppáhaldum, sum eru førd fram. 

Fjølmiðlanevndin hevur á hesum grundarlagi avgjørt at geva Kringvarpi Føroya eina átalu fyri søguna í Kringvarpi Føroya og á kvf.fo tann 18. desember 2025.

Øll niðurstøðan kann lesast her.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541