Kvinnurnar vunnu stafettina eftir spennandi endaspurt

Kvinnurnar vunnu stafettina eftir spennandi endaspurt
Føroysku kvinnurnar svumu seg til eitt gullheiðursmerki í 4x50 blandað í dag. Tær settu samstundis nýtt landsliðsmet og Elisabeth Erlendsdóttir setti føroyskt met
Gestur J. Lómstein
Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag, Bjarta í Lágabø úr SuSvim, Lea Osberg Højsted úr Ægir og Alisa Vestergård úr SuSvim.
15.07.2025 - 23:19

Føroysku kvinnurnar svumu seg til eitt gullheiðursmerki í 4x50 blandað í dag. Tær settu samstundis nýtt landsliðsmet við tíðini 1:54.49. Tað er meira enn tvey sekund skjótari enn undanfarna landsliðsmetið.

Tær, sum svumu, vóru Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag, Bjarta í Lágabø úr SuSvim, Lea Osberg Højsted úr Ægir og Alisa Vestergård úr SuSvim. Fyri Elisabeth Erlendsdóttir var tað eisini eitt met í ryggsvimjingini. Hon svam fyrstu 50 metarnar uppá 28.03 sekund. 

Tað stóð nógv á, tí tað stóð næstan á jøvnum, tá Alisa Vestergård leyp í hilin at svimja seinastu 50 metarnar. Hon var sannførd um, at hon fór at vinna, men ásannaði eisini, at hon visti ikki um hon hevði vunnið, tá hon kom á mál.

Hetta var annað gullheiðursmerki á degnum hjá svimjingini. Hitt gullheiðursmerikið vann Elisabeth Erlendsdóttir í 50 metur rygg.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162

Meira um sama evni