- Eg eri nøgdur við bronsuna

- Eg eri nøgdur við bronsuna
Gullvinnarin frá oyggjaleikunum í 2023, Jónas Isaksen, mátti lata sær lynda við eitt triðja plássið í 200 metra renning hjá monnum.
16.07.2025 - 21:22

Jónas Isaksen rann mikukvøldið finaluna í 200 metrum hjá monnum. Hann hevi triðbestu tíð í semifinalunum, og tað bleiv eisini til eitt triðja pláss hjá unga rennaranum úr Kvívík. 

Møðin frá undanfarnu kappingunum á oyggjaleikunum hevur sett seg í kroppin hjá Jónasi. 

- Eg havi runni so nógv seinastu dagarnar, so eg eri nøgdu við úrslitið, segði Jónas Isaksen eftir at hann kom á mál. 

Hann rann teir 200 metrarnar uppá 21.75 sekund, sum er væl omanfyri hansara bestu tíð. Vinnarin Sebastiá Pons Triay úr Menorca vann við tíðini 21.52. Nummar tvey gjørdist Jamoe Oldham úr Jersey við tíðini 21.71. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011