- Hann var tann betri skjúttin í dag

- Hann var tann betri skjúttin í dag
Hans Petur Højgaard mátti taka til takkar við silvurinum í recurve mikudagin. Hann kom ongantíð ordiliga í gongd í finaluni, sum hann tapti 6-2
17.07.2025 - 01:47

Hans Petur Højgaard var púra greiður eftir tapið fyri William Chater úr Falklandsoyggjunum.

 - Hann var tann betri skjúttin í dag. Eg fekk tað ongantíð ordiliga at koyra í finaluni. Eg fekk ikki tað skotið, sum eg vildi hava, og hann fekk góð skot, so har var einki at gera, segði recurve-maðurin.

William Chater legði seg framum 4-0 beinanvegin, men Hans Petur Højgaard fekk minkað um munin. Hann stríddist kortini alsamt við skjótingini, og mótstøðumaðurin vann 6-2.

Hans Petur Højggard hevur vunið tvær gull og eina silvur á leikunum higartil, áðrenn liðkappingina í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040