- Hon var ræðuliga glað fyri at vinna á mær

- Hon var ræðuliga glað fyri at vinna á mær
Anja Eydnudóttir og Zoe Gray eru gamlir kenningar frá oyggjaleikunum í Gotlandi í 2017, og tað var eyðsæð, at kvinnan av Guernsey var glað fyri at enda omaná hesa ferð
17.07.2025 - 02:02

Anja Eydnudóttir vann fimm gullheiðursmerki í Gotlandi fyri átta árum síðan, og ein av teimum, sum mátti lúta ta ferðina, var Zoe Gray úr Guernsey. 

Hesa fer var akkurát øvugt. Zoe Gray vann tryggan 137-132 sigur á føroyska skjúttanum, sum ikki skeyt upp til sítt besta.

 - Faktiskt fín kensla kortini. Stuttligt at skjóta ímóti júst henni, tí tað var heni eg skeyt ímóti í Gotlandi í '17 eisini, so hon var ræðuliga glað fyri at vinna á mær í dag, segði Anja Eydnudóttir.

Hillin á boganum hjá Anju Eydnudóttir brotnaði týsdagin, og tí skeyt hon við umvældum boga, og tað órógvaði kanska eitt sindur, tí nýggja hillin passaði ikki heilt til.

Eisini viðgekk Anja Eydnudóttir, at møðin kanska byrjaði at gera um seg eftir fleiri langar dagar úti á snotiligu fløtuni við Picky-leikvallirnar í Kirkwall.

 - Tað kann man væl siga. Vit skjóta so ótrúliga langar dagar. Vit eru móð kroppliga og í heysinum av hasi sólini. Vit eru uppsnerkt eisini, so tað spælir nógv inn, segði Anja Eydnudóttir, sum ikki hevur vant eins nógv til hesar leikirnar, sum hon hevur  gjørt fyrr.

Anja Eydnudóttir hevur vunnið trý gull og eina silvur áðrenn liðkappingina hósdagin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804