Føroysk finala í blandaðum tvímansleiki

bannari
Føroysk finala í blandaðum tvímansleiki
Bæði gull og silvur eru tryggjað, tí tað verða Føroyar ímóti Føroyum, tá finalan í blandaðum tvímansleiki verður í badminton í morgin.
Hesi bæði, Magnus Dal-Christiansen og Miriam í Grótinum, skulu spæla ímóti hvørjum øðrum í finaluni í blandaðum tvímansleiki í morgin
Mynd: Dánial Olsen  
 
17.07.2025 - 18:19

Tað verður rein føroysk badmintonfinala í blandaðum tvímansleiki í Kirkwall í morgin.

Rúni Øster og Miriam í Grótinum skulu nevniliga dystast ímóti Magnusi Dal-Christiansen og Sannu Thorkildshøj í badmintonhøllini á Picky-leikvøllinum, og sostatt eru bæði gull og silvur tryggjað Føroyum.

Føroyameistaraparið vann sannførandi 2-0 sigrar í øllum fýra dystunum fram ímóti finaluni, meðan Magnus Dal-Christiansen og Sanna Thorkildshøj máttu kempa seg framvið einum grønlendskum pari í hálvfinaluni.

Úrslitið í dag merkir, at Føroyar eru í øllum fimm finalunum, sum vera í morgin.

Í einmansleiki við monnum skal Rúni Øster royna seg ímóti Toke Driefter úr Grønlandi, í einmansleiki við kvinnum skal Miriam í Grótinum spæla ímóti Saru Jacobsen úr  Grønlandi. Rúni Øster og Magnus Dal-Christiansen skulu spæla í tvímansleiki ímóti Alex Tapp og David Trebert úr Guernsey, meðan Miriam í Grótinum og Bjarnhild í Buð Justinussen bresta saman við Kimberley Clague og Jessica Li úr Isle of Man.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860