Stafettkvinnurnar í finaluna

Stafettkvinnurnar í finaluna
Kvinnurnar í boðrenning endaðu fremstar og runnu seg í finaluna í 4x100 metrum, sum verður á skránni á síðsta kappingardegnum á oyggjaleikum
Dánial Olsen
Maria Biskopstø fyrst um mállinjuna, og føroyska liðið skal renna 4x100 finalu fríggjadagin
17.07.2025 - 23:41

Elisabeth Holm Simonsen, Oddvør Josephsen, Margit Weihe Fríðmundsdóttir og Maria Biskopstø runnu seg í finaluna í 4x100 metur stefettini, sum verður fríggjadagin seinnapartin á Picky-rennibreytini í Kirkwall.

Føroysku kvinnurnar vunnu riðilin við tíðini 49.20 sekund , og Jersey varð nummar tvey.

Menninir runnu seg eisini í finaluna á 4x400 metrum. Á liðnum vóru Tummas Petur Sjóvará, Andreas Bjarnason Antoft, Dánjal Dahl Ljósheim og Jónas Gunnleivsson Isaksen. 

 


Dánjal Dahl Ljósheim handar kelvi til Jónas G. Isaksen, sum rann síðstu 400 metrarnar hjá Føroyum (Mynd: Dánial Olsen)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928