Japan: Hava eisini mist meirilutan í yvirhúsinum

Japan: Hava eisini mist meirilutan í yvirhúsinum
Forsætisráðharrin hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær, hóast stjórnarflokkurin hevur mist meirilutan í báðum tingdeildum
Japanski forsætisráðharrin, Shigeru Ishiba, ætlart at verða sitandi.
Mynd: Franck Robichon/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.07.2025 - 08:29

Japansku stjóranarflokkarnir mistu meirilutan í yvirhúsinum á valinum, sum var í gjár. Í fjør misti stjórnin meirilutan í undirhúsinum.

Forsætisráðharrin, Shigeru Ishiba, sigur, at hann hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær, men fer at leggja dent á at fáa fleiri handilsavtalur í lag, skrivar BBC.

Búskapurin í Japan er undir trýsti, og tað hevur ikki gjørt støðuna betri, at USA arbeiðir við fleiri revsitollum.

Landið hevur ikki fingið tamarhald á inflatiónini, og millum annað er prísurin á rísi hækkaður nógv.

Fleiri gølur hava eisini rakt stjórnarflokkin hjá Shigeru Abe, LDP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025