Fleiri skuldsetingar í harðskapsmálum

Fleiri skuldsetingar í harðskapsmálum
Maðurin, sum er skuldsettur fyri trý harðskapsmál í Nólsoy leygarkvøldið, er nú eisini skuldsettur fyri at hótta fólk eftir lívinum
Sunnunáttina var ein ungur maður á G! skuldsettur fyri harðskap móti løgregluni.
 
21.07.2025 - 09:30

Lagt er aftrat málunum um harðskap, sum byrjaðu leygarkvøldið og sunnunáttina.

Maðurin, sum er skuldsettur fyri trý harðskapsmál í Nólsoy leygarkvøldið, er nú eisini skuldsettur fyri at hótta fólk eftir lívinum.

Og stutt fyri klokkan tvey sunnunáttina var ein ungur maður skuldsettur fyri harðskap móti løgregluni.

Hetta var á G!

Eitt trætumál millum nøkur ungfólk var við gerast til bardaga. 

 

Gjørdist harðligur

Løgreglan legði uppí, men tað var ungi maðurin sera ónøgdur við, so hann gjørdist harðligur ímóti løgregluni. 

Tað førdi við sær, at maðurin nú er skuldsettur fyri harðskap móti løgregluni.

Í gjár var so ein annar maður skuldsettur í sama máli.

Hann er skuldsettur fyri at royna at forða løgregluni í at gera arbeiði sítt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025