Fagna Pride í eina viku

Fagna Pride í eina viku
Í gjár byrjaði upptaktin til Faroe Pride 2025 og heldur fram til sunnudagin, tá ið stóra tiltakið Faroe Pride 2025 verður á skránni.
Savnsmynd
 
21.07.2025 - 11:18

Vit hava sett eina heila viku av, har vit seta fokus á LGBT+, og vit byrjaðu í gjár við saunagos fyri queer persónar og hetta var sera vælumtókt, sigur Esther Margreth Petersen, samskipari hjá LGBT+ Føroyar. 

Ì kvøld verður skipað fyri sofapráti í Blábar, har evnini eru tvørkynd og løgfrøðiligt kynsskifti, og skift verður eisini orð um, at tað eru 20 ár liðin síðani fyrsta pride var hildið í Føroyum. 

Skipað verður við tiltøkum hvønn dag í vikuni, og endar alt við einum stórum brakið sunnudagin, við skrúðgongu, tónleiki og røðum.

 

Esther Margreth Petersen, samskipari hjá LGBT+ Føroyar

 

Trýst her fyri at síggjá skránna. 

 

 

1754695

Lurta eftir samrøðuni við Esther Margretu í Summarmorgni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083