Ætla at nýskipa almenna geiran

Ætla at nýskipa almenna geiran
Nýskipanarráð verður stovnað, og í næstum verður upprit lagt fyri landsstýrið
Ætlanin um nýskipanarráð er rættiliga meinlík uppritinum, sum fýra almennir stjórar almannakunngjørdu í vár.
 
23.07.2025 - 08:01

Eitt ráð skal koma við uppskotum um at nýskipa almenna geiran. Í næstum verður eitt upprit um tað lagt fyri landsstýrið.

Ætlanin er rættiliga meinlík uppritinum, sum fýra almennir stjórar almannakunngjørdu í vár.

Teir mæla til grundleggjandi broytingar fyri tað almenna, bæði við atliti at fíggjarstýring, leiðslu, lønarbygnaði og fyrisitingarligum viðurskiftum.

Tað skilst, at eftir ætlan skal nýskipanarráðið arbeiða á ein slíkan hátt, at allir politiskir flokkar verða við í arbeiðinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

23072025_Nyskipanarrad

 

 

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234