Færri ambulansuflogfør verða brúkt

Færri ambulansuflogfør verða brúkt
Landssjúkrahúsið hevur flutt fleiri sjúklingar við vanligum rutuflogførum, og vónar, at tað kann halda fram
Bara fimm ambulansuflogfør vóru brúkt í fjør. Nú verða sjúklingar fluttir við rutuflogførunum.
 
07.08.2025 - 08:39

Færri ambulansuflogfør vera nú brúkt.

Í staðin verða sjúklingar sendir av landinum við rutuflogførunum.

Bara fimm ambulansuflogfør vóru brúkt í 2024. 

Tað eru nógv færri enn onnur ár, tá miðaltalið var 14 flogfør um árið.

Landssjúkrahúsið hevur flutt fleiri sjúklingar við vanligum rutuflogførum, og vónar, at tað kann halda fram. 

 

Videoviðtalur

Harumframt hevur Sjúkrahúsverkið flutt viðtalur hjá sjúklingum, sum annars skuldu uttanlands til ambulanta viðtalu, yvir á videoviðtalu.

Landssjúkrahúsið brúkti tíggju milliónir krónur minni til flutning í sambandi við serviðgerðir uttanlands í fjør.

Játtanin í fíggjarlógini var 151 milliónir. Brúktar vóru 141 milliónir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860