Støðugt fleiri hava annan ríkisborgaraskap enn danskan

Støðugt fleiri hava annan ríkisborgaraskap enn danskan
Flestu útlendingarnir í Føroyum eru úr Evropa uttan fyri Norðurlond
Í juli vóru 3.475 fólk í Føroyum, sum ikki hava danskan ríkisborgaraskap. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
12.08.2025 - 08:24

Støðugt fleri fólk, sum búgva í Føroyum, hava annan ríkisborgaraskap enn danskan.

Tey vóru 3.475 í juli í ár, skrivar Hagstovan.

93,7 prosent teirra, sum búðu í Føroyum í juli, høvdu danskan ríkisborgaraskap.

Tað talið var 97,9 prosent í januar 2010, men síðani í mars 2018 er talið støðugt minkað.  

Flestu útlendingarnir eru úr Evropa uttan fyri Norðurlond, 1386. Síðani kemur Asia við 1224. Úr Norðurlondum eru 299.

32 ókendan ríkisborgaraskap

Áhugavert er, at í hagtølunum eru 32 fólk, sum hava ókendan ríkisborgaraskap.

Menn eru í stórum meiriluta hjá teimum, sum hava annan ríkisborgaraskap enn danskan.

Hagstovan ger vart við, at ríkisborgaraskapur og føðiland ikki eru tað sama.

Flestu teirra, sum vera fødd í Føroyum, verða skrásett sum danskir ríkisborgarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688