Bústaðir 424.000 krónur í yvirskoti

Bústaðir 424.000 krónur í yvirskoti
Eftir tvey ár við halli var aftur eitt lítið pluss á botnlinjuni hjá almenna bústaðarfelagnum í fjør.
 
17.08.2025 - 15:22

Almenna Bústaðir hevði 424.000 krónur í yvirskoti í fjør. Tað vísir roknskapurin fyri 2024. 

Árið fyri hevði Bústaðir 2,3 milliónir krónur í halli.

Raksturin av almenna bústaðarfelagnum gav 11,8 milliónir krónur í yvirskoti í fjør, tað eru 5,4 milliónir krónur hægri enn árið fyri. 

Men "Aðrir fíggjarligir kostnaðir", sum tað eitur í roknskapinum, vóru eisini væl hægri í fjør enn fyrraárið. Teir vóru 11,4 milliónir í fjør, sammett við níggju milliónir í 2023.

Og starvsfólkakostnaðirnir hjá Bústøðum vóru eisini væl hægri í fjør enn árið fyri, 13 milliónir í fjør móti 10,2 milliónum í 2023. Eittnú var stjóraskifti í felagnum, og lønarútreiðurnar til stjórar fóru úr 890.000 krónum upp í 2,1 milliónir krónur.

Eginognin hjá Bústøðum var á nýggjárinum 617 milliónir krónur. 

Útlánini hjá Bústøðum, ið stava frá gamla Húsalánsgrunninum, minka alsamt. Tey vóru við árslok í fjør komin niður á góðar 57 milliónir krónur, smáar átta milliónir minni enn árið fyri.

Sambært ársfrágreiðingini gjørdi Bústaðir íløgur í leigubústaðir fyri 143 milliónir krónur í fjør. Og við ársenda hevði felagið 544 leigubústaðir, harav 22 leigumál saman við tryggingarfelagnum LÍV. 86 leigumál eru ella vera liðug í ár.

Í ársfrágreiðingini sigur felagið, at framvegis er stórur eftirspurningur eftir leigubústøðum, og verður arbeitt við nýggjum verkætlanum, sum eftir ætlan byrja í seinnu helvt av 2025.

Eisini staðfestir felagið, at prísvøksturin av vørum og tænastum hevur havt við sær øktar rakstrarútreiðslur og byggikostnaðir. Og tí hækkaði húsaleigan hjá teimum, sum leiga frá Bústøðum, 1. juli í ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303