Búskaparkreppa hóttir Grønland

Búskaparkreppa hóttir Grønland
Mute B. Egede, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at tað almenna skal finna inntøkur og sparingar fyri 864 mió. kr.
Mute B. Egede er landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Mynd: Sermitsiaq  
 
18.08.2025 - 15:18

Grønland er á veg inn í eina búskaparliga kreppu, og tí er neyðugt við stórum sparingum næstu árini.

Tað sigur Mute B. Egede, sum nú er landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Í tíðindaskrivi upplýsir Mute B. Egede, at inntøkurnar frá fiskivinnuni eru minkandi, minni kemur inn í skatti, samstundis sum almennu útreiðslurnar økjast.

Grønlendska fíggjarmálaráðið hevur tí gjørt eina langtíðarætlan, sum merkir, at tað almenna skal spara og finna nýggjar inntøkur fyri tilsamans 864 milliónir krónur, næstu fýra árini.

Mute B. Egede boðar í sama viðfangi frá, at grønlendska landsstýrið í heyst fer undir fleiri nýskipanir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025