Verður virkandi sóknarprestur í Vestmanna í gott ár

Verður virkandi sóknarprestur í Vestmanna í gott ár
Í prestagjaldinum eru tríggjar kirkjusóknir, Vestmanna, Kvívík og Kollafjørður
Lis Samuelsen er í løtuni í avloysarastarvi sum prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.08.2025 - 09:54

Lis Samuelsen er sett í starvið sum virkandi sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi.

Hon tekur við 1. september.

Talan er 13 mánaðir, til 30. september næsta ár.

Søkt var eftir avloysara til annan sóknarprestin í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi, tann í Vestmanna, sum er Maria Summers Nolsøe.

Í prestagjaldinum eru tríggjar kirkjusóknir, Vestmanna, Kvívík og Kollafjørður.

Lis Samuelsen var prestur í Sorø klosterkirke í Danmark í 12 ár.

Eisini hevur hon verið herprestur hjá donsku verjuni, har hon millum annað var í Estlandi í tríggjar mánaðir.

Nú hevur hon avloysarastarv í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053