Er happingarmentanin hørð í Føroyum?

Er happingarmentanin hørð í Føroyum?
Tann spurningin hevur Petur Mohr Reinert leingi grunað um. Tað hevur nú fingið hann at skriva krimiskaldsøgu við hesum evni sum tema. 
 
28.08.2025 - 11:29

Í morgin leggur hann fram bókina "Hevnd", sum er fyrsti partur í ætlaðari tríbindsrøð. Søgan er staðsett í Føroyum, og er um grova happing umborð á fiskiskipi.

Hetta er fyrsta bókin, ið hann letur frá sær. Hetta er kortini ikki fyrsta útgávuverk hansara, Petur hevur skrivað orð og løg til sangir á egnum útgávum, nevnast kann verkið "Náttarlív", sum bólkurin Devon gav út mitt í 80-unum.

 

Petur Mohr Reinert hevur skrivað krimiskáldsøguna Hevnd

 

Petur er annars læraraútbúgvin, men hevur eisini starvast í miðlaheiminum, eitt skifti í 80-unum var hann útvarpsmaður í Sortudíki.

Petur Mohr Reinert sigur, at íblásturin til fleiri av uppskakandi hendingunum í bókini er partvíst úr tilburðum í egnum lívi.

Nýggi rithøvundurin vitjaði í Summarmorgni í dag. Lurta eftir samrøðuni: 

 

1760304

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162