Óðamannaverk at halda fram við verkætlanini um pumpuskipan

Óðamannaverk at halda fram við verkætlanini um pumpuskipan
Fyrrverandi nevndarformaðurin í SEV sigur, at neyðugt verður at byggja út á Sundi um fá ár, og tann útbyggingin fer at kosta í minsta lagi 1,5 mia. kr.
Kári Johansen, fyrrverandi nevndarformaður í SEV.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.08.2025 - 12:47

- Tað er óðamannaverk hjá SEV at halda fram við ætlanini at gera eina pumpuskipan, tí SEV hevur aðrar, átrokandi íløgur fyri framman.

Tað sigur Kári Johansen, fyrrverandi nevndarformaður í SEV. 

Hann vísir á, at leiðslan í SEV hevur boðað frá, at um nøkur fá ár verður Sundsverkið ov lítið, og tí má byggjast út. Tann útbyggingin fer at kosta í minsta lagi hálva aðru milliard krónur.

 

 

SEV-verkið á Sundi.

 

Nýggjasti parturin av Sundsverkinum, sonevnda Støð-3, varð tikin í nýtslu um ársskiftið 2019-2020.

Kári Johansen sigur seg ivast í, um SEV yvirhøvur fær fígging til allar íløgurnar, sum skulu gerast.

SEV hevur eykaaðalfund í morgin, har støða skal takast til, um játtast skulu 10 milliónir aftrat at kanna pumpuverkætlanina í Vestmanna. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

SEV_og_Kari

 

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, hevur í løtuni ongar viðmerkingar til útsøgnirnar hjá fyrrverandi nevndarformanninum.

-Hetta er ein politisk støða til nevndina og eigararnar at viðgera, og ta viðgerðina vil eg ikki leggja meg út í, áðrenn eykaaðalfundin í morgin, sigur Hákun Djurhuus.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358