Húsaprísir: Útboðið fylgir ikki eftirspurninginum

Húsaprísir: Útboðið fylgir ikki eftirspurninginum
Føroyskir húsaprísir eru hækkaðir nógv seinastu árini, og Búskaparráðið hevur sínar metingar um, hvør orsøkin er til stóra prísvøksturin
 
01.09.2025 - 16:03

Tað er vælkent, at føroyskir húsaprísir eru hækkaðir nógv seinastu árini. Tað framgongur eisini av heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum, sum just er almannakunngjørd.

Miðalprísurin fyri eini sethús í Havn er komin upp á 4,2 milliónir krónur. Í størri og smærri bygdum er prísurin eisini hækkaður, og er nú ávikavist 2,5 og 2,2 milliónir krónur. Merkisvert er tó, at sethúsaprísirnir í Sandoy og Suðuroy, sum í hesum tølunum eru bólkað saman, eru munandi lægri, 1,3 milliónir krónur.

Í heystfrágreiðing síni sigur Búskaparráðið, at nógv hækkaði sethúsaprísurin seinastu árini mest sannlíkt stavar frá, at útboðið ikki hevur megnað at fylgt við eftirspurninginum. Ein orsøk er, at stóra nettotilflytingin hevur gjørt, at fleiri hava verið um boðið at keypa sethús. Aðrar orsakir kunnu vera trot á arbeiðsmegi í byggivinnuni, dýrkaður byggikostnaður og avmarkað útboð av byggilendi.

 

Búskaparráðið nevnir eisini, at fleiri almennar verkætlanir hava verið settar í verk í senn, sum hava avmarkað útboðið av nýbygging av bústøðum, sum hevur vaksið um eftirspurningin í byggivinnuni.

Bústaðartrotið er ein fløskuhálsur í føroyska búskapinum, sum Búskaparráðið metir vera neyðugt, at politiski myndugleikin tekur í álvara við at økja um útboðið av bústøðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858