Gezá: Millum Fernandes og Modrić

Gezá: Millum Fernandes og Modrić
Gezá Dávid Turi úr Grimsby Town var við til at senda mæta Manchester United úr League Cup. Nú vónar hann at sleppa at royna seg ímóti kroatiska gandakallinum, Luka Modrić
Bjarni Árting Rubeksen
Gezá Dávid Turi til venjing á Tórsvølli dagin fyri stóra braki ímóti Kroatia
04.09.2025 - 23:07

Hann hevur júst verið við at senda stórfelagið Manchester United úr ensku League Cup.

Tað var ein sonn uppliving at royna seg ímóti Bruno Fernandes og hinum heimstjørnunum, fortelur Gezá Dávid Turi, sum saman við føroyska landsliðnum fyrireikar seg til eina uppaftur størri roynd.

Í morgin vitjar Ballon D'or vinnarin Luka Modrić á Tórsvølli saman við Kroatia, sum er nummar 10 á altjóða FIFA-styrkilistanum. 

Miðvallarin, sum í summar skifti úr Real Madrid til AC Milan er gamaní vorðin 39 ára gamal, men hann er framvegis lættur á fótum, og fótbóltshøvdinum bilar framvegis einki.

Gezá Dávid Turi, sum framvegis bíðar eftir sínum fyrstu landsliðsminuttum, vónar at fáa kjansin á fullsetta Tórsvølli. Ikki bert orsaka av Luka Modrić, men tí tað altíð hevur verið hansara dreymur.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161