Løgreglan eftirlýsir tvær suðurkoreiskar kvinnur

Løgreglan eftirlýsir tvær suðurkoreiskar kvinnur
Telefonupplýsingarnar staðseta tær í økinum nærindis Trælanípuni/Bøsdalafossi 2. september kl. 20.46
 
06.09.2025 - 12:07

 Soo Jung Park og Soo Yeon Park eru seinast sæddar í Miðvági týsdagin 2. september umleið kl. 16.45. 

Seinastu telefonupplýsingarnar hjá teimum staðseta tær í økinum nærhendis Trælanípuni/Bøsdalafossi sama dag 2. september kl. 20.46.

Tær hava asiatiska útsjond, eru 160-170 cm høgar, hava kraftigan kropsbygnað, ljósa húð og hálvlangt svart hár. 

Tær vóru í nøkulunda eins klæðum:
- Hvítari, síðari skjúrtublusu
- Svørtum gamassjubuksum
- Hvítum tennissokkum við svørtum strípum 
- Svørtum gongustilvum í øklahædd 

Um nakar hevur upplýsingar, sum kunnu hjálpa okkum at finna Soo Jung Park og Soo Yeon Park, kann ringjast á tlf. 351448

--
Løgreglan kannar framvegis málið um Pedro Enrique Moreno Hentz, sum seinast var sæddur í Miðvági mikudagin 3. september kl. 10. 

Hann er 180-190 cm høgur, vanliga bygdur, hevur ljósa húð, stutt grátt hár og skegg. 

Hann var í svørtum vatteraðum jakka, myrkagráum buksum og gráum og hvítum skóm. Hann var í svørtum keppi og bar svartan ryggsekk á bakinum. 

Løgreglan vil frætta frá fólki, sum kunnu hava sæð hann millum kl. 10.00 og 12.30 mikudagin. Til ber at venda sær til politiið á telefon 351448.
Politiið hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203